Ørilsi kann verða íðkað burtur.
Ørilsi er ofta ein støða, sum hevur samband við aldur, men tað eru eisini aðrar atvoldir, eitt nú slíkar, ið eru tengdar at nervasjúku. Ørilsi, ið hevur samband við aldur, kann verða íðkað burtur við, at tú gert venjingar standandi og gangandi á ymiskum undirlagi og samskipað við t. d. bóltvenjingar. Eisini verður mælt til bólkavenjing og gongd úti á ójøvnum lendi.
Annað ørilsi kann verða viðgjørt á tann hátt, at tú ertar tað við bráðum rørslum. Ætlanin við tí er, at tú skalt venja teg við ørilsið, ella at onnur virki skulu yvirtaka og endurbøta veikleikan.
Eyðvitað skal ein lækni fyrst staðfesta sjúkuna, og skilagott er at hava onkran hjá sær, tá ið farið verður niðan á fjøll, skuldi rilsi komið á ein.
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hvíld lekir heldur ikki ørilsi...