Øll vinna stig í kappingini.
Kappingin um, hvør ið er virknastur, hevur bara vinnarar. Øll vinna eina betri heilsu og eitt frískari lív. Vónandi koma fleiri luttakarar at raka við, hvussu frálíkt tað er at røra seg og broyta vanar sínar. Millum teirra, sum hava verið ídnast at skráseta seg, fer eisini ein góð súkkla at verða burturlutað.
Millum 14. mars og 14. apríl kanst tú røra teg og vera við í kappingini á netsíðuni www.stig.fo - um tú ikki hevur atgongd til Alnetið, so eru brævkassar settir upp í fjøllunum. Har kanst tú leggja ein lepa við navni og bústaði, so ert tú eisini við í kappingini. Ætlanin við kappingini er, at tú skalt skráseta alt kropsliga virksemi títt. Tú er við sum umboð fyri lið títt, oyggj tína, bý tín ella aldursbólk tín.
Er tað Streymoyggin ella Vágarnar, som er virknasta oyggin?
Er tað kanska soleiðis, at tannáringar eru latari enn fólk um miðjan aldur?
Kropsligt virksemi er ein viðgerðarháttur, sum verður nýttur í sambandi við meira enn 30 ymiskar sjúkustøður. Tað hevur víst seg, at tæð er ein góð og árinamikil viðgerð fyri so ymiskar plágur sum tunglyndi, høgt blóðtrýst og slitgikt.
Tað er ikki bara ein árinamikil viðgerð fyri sjúkur, men eisini ein frálíkur háttur at halda seg frískan.
Føroyingar eru við vissu ein tjóð, ið rørir seg nógv. 62% ”íðka okkurt slag av ítrótt ella regluliga likamliga venjing 1 ferð um vikuna ella meira”, men tað er framvegis soleiðis, at vit eru eitt ov feitt fólk. Um leið 50% eru ov feit ella feit og eru tí í størri vanda fyri, at heilsan fer at bila.